Fimm túsund roynt seg á ð.fo

Føroyska útgávan av vælumtókta orðaspælinum Wordle, ð.fo, har tú skal gita eitt orð við 5 bókstavum, hevur fingið eina sera góða byrjan.

Spælið var almannakunngjørt týsdagin 25. januar og fýra dagar seinni vóru tað fleiri enn 5.000, sum royndu seg.

Eitt nýtt orð er hvønn dag og tú hevur 6 møguleikar at gita. Tað er Tøkni, sum hevur føroyskað, og spælið finst á ð.fo

29.1.2022
← Aftur