Hagtøl síggjast nú á ð.fo

Føroyska útgávan av Wordle, ð.fo, er nú dagførd, soleiðis at tú sær hagtøl fyri, hvussu tú hevur klárað tað. Talt verður frá 1. februar 2022. Hagtalsmyndin sæst niðanfyri.

Tað er bara tú, sum sær tíni hagtøl og tey vera goymd lokalt í tínum kaga. ð.fo brúkar ikki kennifílur ("cookies"), men lokala goymslu.

Trýstir tú á Deil spæl, verður dagsins úrslit kopierað inn á klippiborðið, sum tú so kanst seta inn, t.d. á Facebook ella í Snapchat.

Sum tað sæst niðanfyri, so eru aðrar smærri broytingar gjørdar í brúkaramarkamótinum. Vinstru megin er gamla útgávan og høgru megin tann nýggja.

Knøttarnir Send inn og Strika hava fingið lit, soleiðis at teir eru lættari at síggja, og til ber at velja myrka bakgrund við at trýsta á sólina ovast til høgru.

Hagtølini og møguleikin at deila dagsins úrslit fáast við at trýsta á stabbarnar ovast til høgru.

31.1.2022
← Aftur