Teldutøkt tilfar um fiski og alivinnuna

Á tiltaki á Bátasavninum í Leirvík 6. september 2021 bleiv heimasíðan sjofeingi.fo almannakunngjørd við fjølbroyttum tilfari um fiski- og alivinnuna í Føroyum.

Umframt tekstir, myndir, talvur og filmar, fevnir tilfarið um fleirvalauppgávur, tekstuppgávur, og samvirknar uppgávur. Lærarar og næmingar kunnu logga inn við teirra vanligu skúlakontu og til ber hjá læraranum at fylgja við hvørjum einstøkum næmingi og geva afturmeldingar.

Tilfarið er ment í tøttum samstarvi millum Sjókovan, Tøkni og Nám og fyrsta útgávan var almannakunngjørd í september 2021. Sjókovin hevur tikið sær av innihaldsliga partinum, Tøkni av tøkniliga partinum og Nám av tí námsfrøðiliga partinum.

6.9.2021
← Aftur