Brúkaravinarligar heimasíðuloysnir
Vit menna telduskipanir, sum eru lættar og tryggar at brúka.



Vit leggja okkum eftir:
- at samstarva væl við kundar og brúkarar í menningartilgongdini
- at hava førleikarnar til allar tøkniligar smálutir, íroknað kravfesting, sniðgávu, forritan, databasur, testing, trygd og rakstur
- at gera loysnir, sum eru lættar at viðlíkahalda
- ikki at gevast, fyrr enn alt riggar sum tað skal
Vit hava ment bæði smáar og stórar loysnir til virkir og stovnar í Føroyum og uttanlands síðani 2000.
Talan er bæði um einfaldar og framkomnar heimasíður, visualiseringsamboð, læringsspøl og kompleksar fyrisitingarligar skipanir.